Tað er einfalt,
greitt,
intuitivt.

Tað snýr seg um ágóðarnar, ikki um tøknina 

Hjarta í okkara Nemlia tøkni er Nemlia appin, sum ikki bara skjalfestir upplýsingar, men eisini kunnar røktararnar um óvæntaðar hendingar við push-notikfatiónum, so neyðstøður kunnu fyribyrgjast, áðrenn tær taka seg upp. Appin heintar upplýsingar frá ymiskum keldum og sendir hesar til fartelefonirnar hjá viðkomandi starvsfólkum, samstundis sum nakað hendir.     

Við einum fingri kann røktarstarvsfólkið vátta móttøku av boðunum og loysa uppgávuna ella samskifta skjótt og lætt við starvsfelagarnar.

Ein heildarloysn til júst tín tørv

Tá vit tosa um heildarloysn, so snýr seg ikki bara um tøknina, men at betra um alla arbeiðsgongdina. 

Í felag finna vit fram til tørvin hjá hvørjum einstøkum búfólki. Tørvurin hjá ti einstaka ger av, hvussu vit á skilabesta hátt kunnu nýta Nemlia at savna týðandi upplýsingar og fáa neyðugar fráboðanir til starvsfólkini.

Hvussu kunnu vit hjálpa?
Set teg í samband við okkum nú!

Saman á veg inn í eina nýhugsandi framtíð 

I og fyri seg kann ein og hvør mátari/varnari nýtast í okkara tøkni. Vit kunnu bjóð ymsar rørslu- og hurðavarnarar, smartplugs, alarmknøttar, GPS’arar, luftgóðskumátarar og nógvar aðrar.

Mátararnir og varnararnir verða knýttir í okkara Nemlia app, og gerast sostatt  intelligentar kunningarkeldur í teimum støðum, sum vit frammanundan hava uppsett.

Allar dátur verða vístar á Nemlia appini greidliga, og tað er eisini lætt at áseta, hvør skjalfesting av eini upplýsing er nóg mikið, og hvør hedning skal elva til eini push-boð

„Nemlia loysnin er so nógv brúkaravinaligari og einfaldari enn alt, eg havi arbeitt við áður“

Inger,  røktarstarvsfólk , Danmark

Kom við á liðið og skráset teg til tíðindabræv røktarøkið!