Slóðbrótara-andi og áralangar royndir á røktarøkinum

Sameina norðurlendsk virði og nýhugsan

Nemlia varð stovnað í Føroyum, tí vit høvdu eitt stórt ynski um at gera nakað gott fyri røktarøkið. Ikki bara tí tað er ein norðurlendsk sannføring at taka sær av hvørjum øðrum. Í øllum evropiskum londum stendur røktin á heilsuøkinum framman fyri risastórum avbjóðingum. Skapandi, skilagóðar og haldgóðar loysnir eru neyðugar, um vit skulu loysa hesa uppgávuna.

Vit bjóða snildar loysnir, sum bøta um góðskuna í heilsurøktini, brúka arbeiðsorkuna til fulnar og betra starvsfólkaviðurskiftini, so røktarastarvið aftur verður áhugavert. Hesum arbeiða vit fyri av øllum alvi hvønn einasta dag. 

Altjóða toymi við dugnaligum serfrøðingum

Vit liva ikki bara fyri tøkni og nýskapan. Vit kenna eisini røktarøkið sera væl. Okkara Nemlia toymið fevnir um dugnaligar tøkni-slóðbrótarar og røktarstarvsfólk við drúgvum royndum, sum í felag hava ment Nemlia tøknina. 

Okkara starvsfelagir í Føroyum, Danmark og Týsklandi hava ikki bara gløgt eyga fyri tørvi og avbjóðingum hjá okkara kundum, men fylgja eisini væl við í tøkniligu menningini sum heild.

Vit gleða okkum at frætta frá tær! 

Okkara slagorð:

Vit lurta

Vit nøkta tørvin hjá starvsfólkum og búfólkum
Vit lurta og skilja.

Vit leggja í

Vit seta tað í verk, sum tørvur er á. Hvørki meira ella minni. 
Vit vilja so fegin hjálpa.

Vit skapa

Vit skapa mannagongdir og støður saman, so arbeiðsdagurin í røktini verður so góður sum til ber fyri allar partar.
Vit vilja fegin broyta røktarøkið við okkara loysn. 

“Heimurin hevur stórliga brúk fyri fólki at taka sær væl av okkara eldri og røktarkrevjandi borgarum. Og hesi fólk hava so aftur brúk fyri loysnum, sum kunnu hjálpa teimum at loysa hesa uppgávu.” 

Peer Bentzen, CEO Nemlia

Kom við á liðið og fá tað nýggjasta at vita frá okkum um røktarøkið!