Tann góða kenslan, at einki verður gloymt ella liggur á láni

Ein róligur gerandisdagur í røktini liggur í tínum hondum 

Ímynda tær, at onkur hevur eyguni við øllum búfólkunum, sum tú hevur ábyrgd av, meðan tú sjálv/ur gert okkurt annað. Tú kanst líta á, at alt er í fínasta lagi, so leingi tú eingi boð fært.

Og ímynda tær, at tú verður kunnað/ur um, at ein illa gongdur persónur snarar beinini um seingjarkantin um náttina, ella at eitt dement búfólk fer út úr gongini, og tú kanst samskipa beinleiðis við starvsfelagar – sama hvar teir eru – og reagera beinanvegin. 

Hetta ber til við Nemlia.

“Eg havi beinleiðis merkt, at eg gangi nógv minni á náttarvaktunum. Og tað sissar meg sera nógv at vita, at ávís búfólk liggja í songini, og at eg kann reagera beinanvegin, um tey skuldu farið upp úr songini.“

Gitte, røktarstarvsfólk, Danmark.

Fyrimunir fyri røktarstarvsfólk, trygd og umsorgan fyri búfólkini 

Um røktarstarvsfólk kunnu útinna sítt arbeiði í friði og náðum og fokusera meira, fáa búfólkini í seinasta enda eisini gagn av tí.

Fyri tey ynskja vit, at tey fáa røkt eftir tørvi, stundir til sosiala samveru, mest møguligt frælsi, men eisini trygt umhvørvi, har tey kunnu fáa skjóta hjálp, tá ið tað er neyðugt. 

Hetta ber til við Nemlia.

“Eg gleðist um okkara harra M., at hann nú kann røra seg frítt innan fyri eitt ásett øki, sum passar til hansara. Eg varnaðist beinanvegin, hvussu væl honum dámar tað. Tað kundi hann ikki fyrr.“

Freja, røktarstarvsfólk.   

Nýggj tøkni sum møguleiki fyri røktarøkið

Gløgg tøkni sparir ikki bara útreiðslur, men lættir eisini um og skapar tryggleika í bakgrundini, meðan vælveran hjá fólki stendur fremst. Serliga á einum starvsøki, sum ofta er ovbyrjað, er hetta ein týðandi møguleiki.

Ímynda tær, ein minni tørvur á starvsfólkum lækkar útreiðslurnar og ger tað samstundis møguligt at taka fleiri búfólk inn, sum hava størri tørv á røkt. Starvsfólkafráveran er lægri, og sjúkrahúsinnleggingarnar færri.

Tíni starvsfólk eru nøgdari, og allur stovnurin fær gagn av tí – eisini sum áhugavert stað at søkja starv.         

“Eg havi eina kenslu av, at Nemlia loysnin ger tað meira spennandi at arbeiða her. Tað er hugaligt at arbeiða á einum innovativum røktarheimi og kunna taka meira sjálvstøðugar avgerðir“.

Sabine M., leiðari á røktarheimi.  

Kom við á liðið og skráset teg til tíðindabræv røktarøkið!