Vit hava fingið nýggjan stjóra

Tað er nú greitt, at tað verður danskarin, Peer Bentzen, sum verður nýggjur stjóri í Nemlia. Hann tekur við eftir Ólav Ellefsen, sum er farin í annað starv – og hann tekur við beinanvegin

Nemlia er ein fyritøka, ið veitir tænastur til fólk við ellisbrekum, sum gera tað ótrygt hjá teimum at vera heima.

Endamálið er at bøta um lívsgóðskuna hjá teimum og Nemlia hevur sett sær fyri at finna fram til alskyns nútímans tøkni, sum kann samskifta við tey avvarðandi, við heimarøktina ella við starvsfólk á røktarheimum.

– Longu nú verður útgerð og skipanir frá Nemlia nýtt á eldrasambýlum og ellisheimum kring landið, og tær geva starvsfólkum boð, tá ið okkurt er á vási, sigur Pál Weihe, nevndarformaður í fyritøkuni.

Men í næstum fer at bera til hjá privatfólki at ogna sær útgerð frá Nemlia og seinni í ár fer felagið at eisini veita útgerð og tænastur uttanlands, í fyrsta umfari til Norðurlond, men eisini til onnur støð í Europa.

Peer Bentzen hevur drúgvar leiðsluroyndir í altjóða KT-vinnuni. Í yvir 20 ár hevur hann arbeitt hjá stórum altjóða internet- og KT-fyritøkum, eitt nú hjá AOL, Microsoft og nú seinast hjá Deutsche Post, DHL.

Peer hevur verið við til at talgilda ein hóp av tænastum, millum tær kendastu eru Office 365 (Beta) og E-post. Hann hevur eisini verið ráðgevari og mentor hjá altjóða íverksetarum í eitt drúgt áramál.

– Pápin og beiggin eru báðir læknar, og tí er tað við serligum eldhuga, at hann nú fer at brúka sínar talgildu førleikar á heilsuøkinum, fyrst og fremst í Føroyum og út í heim, sigur Pál Weihe.

Nemlia heldur til í Niels Finsensgøtu 16 beint við Steinatún, og har arbeiða sjey fólk. Høvuðspartaeigarar eru Varðin, Christian í Grótinum og Framtaksgrunnurin.