
Snilda loysnin til tryggan og hugsavnandi arbeiðsdag í røktini
Okkara nýskapandi tøkni kollveltir gerandisdagin í røktini. Savnar tú saman viðkomandi upplýsingar frá mátarum og varnarum í okkara framkomnu app, ber til at samskifta beinleiðis við hini starvsfólkini, tá ið okkurt er áfatt. Hetta merkir eisini minni gongd og eftirlit, samstundis sum starvsfólkini kunnu bera skjótari at, tá ið tað er neyðugt.
Betri stundir til umsorgan og røkt
Á røktarøkinum eru avbjóðingar við at fáa tíðina at røkka til bæði røkt og umsorgan. Fyri at tryggja, at dagliga røktin kortini fer fram á róligan og skipaðan hátt, hava vit ment eina tøkniliga heildarloysn, sum tryggjar betri yvirlit í arbeiðsdegnum.
Hetta fyribyrgir ikki bara neyðstøðum, men sparir eisini gongd og tíð. Tá verða betri stundir til umsorgan og nærveru.

Róligari arbeiðsdagar í røktini

Røktarstarvsfólk
- Róligari arbeiðsgongdir
- Meira burtur úr rundunum
- Fyribyrgja falli og vandastøðum
- Betri stundir til samveru
- Bera skjótari at í neyðstøðu
- Beinleiðis samskifti við og millum starvsfólk

Búfólk
- Tryggari
- Fríari
- Røkt eftir tørvi
- Skjótari hjálp
- Vart privatlív

Leiðsla
- Nøgd starvsfólk
- Færri feilir
- Skynsamari arbeiðsgongdir
- Einfalt at seta tøknina í verk
- Smidlig loysn
- Persónlig leiðbeining
Upp í 75 prosent minni tíð til eftirlit
Spara 1 tíma hvørja náttarvakt
Upp í 95 prosent færri álvarsom føll
Upp í 40 prosent meira tíð til umsorgan
Byrja í smáum og fá fyrimunir nú og seinni
Tað einasta, vit skulu brúka, tá ið vit leggja Nemlia skipanina inn, er eina stikkdós. Tøknin er knýtt í WLAN ella internetið og er snikkað soleiðis til, at hon kann tillagast tínum tørvi. Saman leggja vit alt væl til rættis, so at okkara tøkni og tykkara mannagongdir og umstøður rigga saman og nøkta tykkara tørvin á staðnum.

Okkara samstarv
Fleiri av okkara starvsfólkum hava sjálvi arbeitt við røkt. Tí kunnu vit skjótt seta okkum inn í ymsu støðurnar og finna røttu loysnirnar.
Okkara kundar eru ymiskir, og vit eru tí altíð til reiðar at tillaga okkara tøkni eftir tí. Saman menna vit røttu loysnina til tykkum.

