Tað er skjótt og lætt.

Tað snýr seg um ágóðan – ikki tøknina 

Hjarta í okkara Nemlia heildarloysn er appin. Hon skjalfestir upplýsingar og kunnar røktarstarvsfólkini við push-boðum um óvæntaðar hendingar. Hetta so neyðstøður kunnu fyribyrgjast, áðrenn tær henda. Appin heintar upplýsingar frá ymiskum keldum og sendir viðkomandi starvsfólki hesar á fartelefonina, tá ið okkurt hendir.

Við einum fingri kann røktarstarvsfólkið vátta fyri móttøku av boðunum og loysa uppgávuna, ella samskifta skjótt og lætt við starvsfelagarnar um uppgávuna, um tørvur er á tí.

Skraddaraseymað heildarloysn

Vit siga heildarloysn, tí at loysnin fevnir um bæði tøkni og mannagongdir. Saman kortleggja vit tørvin hjá einstaka búfólkinum, hjá starvsfólkunum og krøvini hjá stovninum og verður tað síðan alt hetta tilsamans, sum avger, hvussu vit skraddaraseyma Nemlia loysnina skilabest til tykkara tørv. 

Hvussu kunnu vit hjálpa? 
Set teg í samband við okkum nú! 

Saman inn í framtíðina 

Ein og hvør mátari ella varnari kann nýtast í okkara tøkni. Vit bjóða ymsar rørslu- og hurðavarnarar, smartplugs, alarmknøttar, GPS’arar, luftgóðskumátarar og mangt annað.

Mátararnir og varnararnir verða knýttir í Nemlia appina og gerast soleiðis kunningarkeldur tey støð, har vit frammanundan hava lagt okkara skipan inn.

Tað ber til at síggja allar dátur í Nemlia appini, og tað er lætt at áseta, hvat er neyðugt at vísa, og hvør hending skal senda push-boð.

”Nemlia loysnin er so nógv brúkaravinaligari og einfaldari enn alt, eg havi arbeitt við áður”

Inger,  røktarstarvsfólk , Danmark

Kom við á liðið og fá tað nýggjasta at vita frá okkum um røktarøkið!