Tann góða kenslan, at einki verður gloymt ella liggur á láni

Ein róligur arbeiðsdagur í røktini er í tínum hondum

Ímynda tær, at onkur hevur eyguni við øllum búfólkunum, sum tú hevur ábyrgd av, meðan tú ert upptikin av øðrum? Og at tú kanst líta á, at alt er í fínasta lagi, so leingi, tú eingi boð fært? 

Og ímynda tær, at tú fært beinleiðis boð, tá ið ein illa gongdur persónur snarar beinini um seingjarkantin um náttina, ella eitt minnisveikt búfólk fer út úr gongini? Og tað ber til at samskifta beinleiðis við starvsfelagar um íkomnu støðuna – sama, hvar teir eru – og bera skjótt at beinanvegin.

Hetta ber alt til við Nemlia.

”Eg merkti alt fyri eitt, at eg gangi nógv minni á náttarvaktunum. Og tað ger meg trygga at vita, at ávís búfólk liggja í seingini, og at eg kann reagera beinanvegin, um tey skuldu farið úr seingini.”

Gitte, røktarstarvsfólk, Danmark.

Fyrimunir fyri røktarstarvsfólk – Trygd og umsorgan fyri búfólkini 

Tá ið røktarstarvsfólk kunnu útinna sítt arbeiði í friði og náðum og hugsavna seg betur, kemur hetta búfólkunum til góðar. 

Tað er okkara hjartamál í Nemlia, at stundir eru til at nøkta tørvin hjá tí einstaka, til samveru og nærveru og mest møguligt frælsi í tryggum umhvørvi, har hjálpin altíð er nær, tá ið tað er neyðugt.

Hetta ber til við Nemlia.

”Eg eri so glað fyri, at ein av okkara búfólkum nú kann røra seg frítt innan fyri ásett øki, sum riggar væl til hansara. Eg sá beinanvegin, hvussu væl honum dámdi tað. Hetta bar ikki til fyrr. ” 

Freja, røktarstarvsfólk.   

Nýggj tøkni – nýggir møguleikar

Við snildu tøknini sparir tú ikki bara útreiðslur, men lættir eisini munandi um arbeiðsuppgávuna og skapar tryggleika, sum so aftur skapar gróðrarlíkindi fyri góðum trivnaði og vælveru hjá bæði starvsfólki og búfólki. Serliga á arbeiðsplássum, sum aloftast eru ovbyrjað frammanundan, er hetta ein møguleiki. 

Ímynda tær, at tú fært betri trivnað og arbeiðsgleði inn á tín stovn – at starvsfólkafráveran lækkar, og sjúkrahúsinnleggingarnar gerast færri í tali? 

Eru starvsfólkini nøgd, fær allur stovnurin gagn av tí. Og tøknin ger tað eisini meira áhugavert at arbeiða á stovninum, og tí fara vit møguliga at síggja fleiri søkja starv í røktini.

”Eg havi eisini eina kenslu av, at Nemlia loysnin ger tað meira spennandi at arbeiða her. Tað er hugaligt at arbeiða á einum framskygdum røktarheimi og at kunna taka meira sjálvstøðugar avgerðir.” 

Sabine M., leiðari á røktarheimi.  

Kom við á liðið og fá tað nýggjasta at vita frá okkum um røktarøkið!