Snilda loysnin til tryggan og hugsavnandi arbeiðsdag í røktini

Okkara nýskapandi tøkni kollveltir gerandisdagin í røktini. Savnar tú saman viðkomandi upplýsingar frá mátarum og varnarum í okkara framkomnu app, ber til at samskifta beinleiðis við hini starvsfólkini, tá ið okkurt er áfatt. Hetta merkir eisini minni gongd og eftirlit, samstundis sum starvsfólkini kunnu bera skjótari at, tá ið tað er neyðugt. 

Betri stundir til umsorgan og røkt

Á røktarøkinum eru avbjóðingar við at fáa tíðina at røkka til bæði røkt og umsorgan. Fyri at tryggja, at dagliga røktin kortini fer fram á róligan og skipaðan hátt, hava vit ment eina tøkniliga heildarloysn, sum tryggjar betri yvirlit í arbeiðsdegnum.

Hetta fyribyrgir ikki bara neyðstøðum, men sparir eisini gongd og tíð. Tá verða betri stundir til umsorgan og nærveru.

Dieses Bild hat ein leeres Alt-Attribut. Der Dateiname ist nemlia-mockup-frontal-fo-778x1280.png

Róligari arbeiðsdagar í røktini

Røktarstarvsfólk         

  • Róligari arbeiðsgongdir
  • Meira burtur úr rundunum
  • Fyribyrgja falli og vandastøðum
  • Betri stundir til samveru
  • Bera skjótari at í neyðstøðu
  • Beinleiðis samskifti við og millum starvsfólk

Búfólk

  • Tryggari
  • Fríari
  • Røkt eftir tørvi
  • Skjótari hjálp
  • Vart privatlív

Leiðsla

  • Nøgd starvsfólk
  • Færri feilir
  • Skynsamari arbeiðsgongdir
  • Einfalt at seta tøknina í verk
  • Smidlig loysn 
  • Persónlig leiðbeining

Upp í 75 prosent minni tíð til eftirlit

Spara 1 tíma hvørja náttarvakt

Upp í 95 prosent færri álvarsom føll

Upp í 40 prosent meira tíð til umsorgan

Byrja í smáum og fá fyrimunir nú og seinni

Tað einasta, vit skulu brúka, tá ið vit leggja Nemlia skipanina inn, er eina stikkdós. Tøknin er knýtt í WLAN ella internetið og er snikkað soleiðis til, at hon kann tillagast tínum tørvi. Saman leggja vit alt væl til rættis, so at okkara tøkni og tykkara mannagongdir og umstøður rigga saman og nøkta tykkara tørvin á staðnum.

Okkara samstarv

Fleiri av okkara starvsfólkum hava sjálvi arbeitt við røkt. Tí kunnu vit skjótt seta okkum inn í ymsu støðurnar og finna røttu loysnirnar.

Okkara kundar eru ymiskir, og vit eru tí altíð til reiðar at tillaga okkara tøkni eftir tí. Saman menna vit røttu loysnina til tykkum.

01 Verkstova

Vit byrja samstarvið við eini verkstovu. Vit kortleggja bæði ynskir hjá starvsfólkunum og tørv og krøv hjá hvørjum einstakum búfólki. Síðan verður okkara tøkni stillað eftir hesum.

02 Íverksetan

Næsta stig er at fáa tólbúnaðin inn á stovnin og í rúmini hjá búfólkunum. Fartóleindir verða knýttar í skipanina, og starvsfólkini læra síðan at brúka nýggju tøknina. Tað einasta, vit skulu brúka til íverksetanina, er eina stikkdós.

03 Leiðbeining

Í byrjanini fáa starvsfólk á vakt leiðbeining frá Nemlia Customer Success-Team. Eftirfylgjandi ber altíð til at seta seg í samband við toymið, um brúk er fyri tí. 

Okkara loysn framtíðartryggjar røktina

”Fyrr høvdu vit eina alt ov ólagaliga loysn. Sensorarnir vóru ov dýrir og hóskaðu ikki væl til tørvin hjá okkum, so teir høvdu ikki tað virði, vit ynsktu. Vit kunnu ikki reka eitt røktarheim og veita røkt uttan tøkni, men tað skal vera lætt hjá starvsfólkunum at brúka. 

Loysnin hjá Nemlia hevur loyst teir teknisku trupulleikarnar, sum starvsfólk stríddust við fyrr, og Nemlia-appin er sera hugskygd og nógv lættari at brúka.”

Tina Petersen, leiðari á røktarheiminum Adelaide í Danmark.

”Nemlia ger tað lættari hjá okkum at siga, hvar búfólkini eru stødd, sum fara upp um náttina. Vit koma nógv skjótari á staðið til tey, og kunnu sissa tey og hjálpa teimum aftur í song.

Úrslitið er, at vit hava fingið róligari nætur, og at alt toymið hjá okkum virkar og arbeiðir betur.”

Katja Reinhardt, leiðari av sjúkrarøktini, Mainterrasse Røkterheim í Týsklandi

Kom við á liðið og fá tað nýggjasta at vita frá okkum um røktarøkið!